Heimurin er komin á eitt vegamót, har vit mugu taka støðu til, um vit skulu fara burtur frá kjarnorkuvápnum, ella um uppaftur fleiri lond skulu hava slík vápn.
Tað sigur stjórin í altjóða kjarnorkueftirlitinum, Mohammed ElBaradei. Hann sigur, at stórveldini noyðast at sleppa sínum kjarnorkuvápnum ella at góðtaka, at onnur lond royna at útvega sær somu vápn.
Vit hava valið ímillum at fara burtur frá kjarnorkuvápnunum ella at góðtaka ein heim við 20 30 kjarnorkuveldum, sum John F. Kennedy spáddi í sekstiárunum, sigur ElBaradei.