Kann enda í Føroyum

Tað er ikki óhugsandi, at tað mannleysa ferðamannaskipið Lijubova Orlova, sum rekur fyri vág og vind í Atlantshavinum, kann enda í fjøruni onkunstaðni í Føroyum, og eingin tekur sær av tí, áðrenn tað kemur higar.

Fyri nøkrum døgum síðani fann ein fylgisveinur skipið góðar 800 fjórðingar suður úr Hvarvinum og knappar 1.300 fjórðingar vestan fyri Írland. Íslendska sjóverjan segði í gjár, at skipið rekur millum ein og hálvan annan fjórðing í landnyrðing um samdøgrið, og at við hesari ferðini kemur tað í íslendskt sjóøki innan ein mánað.

Í dag sigur Jon Albrektsen á norsku havrannsóknarstovuni við blaðið VG, at skipið eftir øllum at døma endar í Norðurevropa, og at tað kann koma í streymin, sum er millum Føroyar og Hetland.

Lijubova Orlova, sum er einar 100 metrar langt og 4.200 tons stórt, skuldi sleipast úr Nýfundnalandi til Dominikanska Lýðveldi til upphøggingar, men rekur nú í Norðuratlantshavinum.