Avgerðin hjá danska tjóðbankanum at hækka rentuna kann gera, at rentan í Frøoyum fer upp, sigur landsbankastjórin -Tað er ikki óhugsandi at útlánsrentan hjá okkum hækkar enn eina ferð, nú danski Tjóðbankin hevur hækkað sína útlánsrentu við einum hálvum prosenti upp í 5,5 prosent, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Landsbankastjórin sigur, at tað er ikki bara rentan hjá danska tjóðbankanum, sum stýrir rentuni hjá føroysku bankunum. Bankarnir læna eisini pengar sínamillum og frá bankum í útlandinum, men ofta verður tjóðbankarentan brúkt sum leiðbeinandi renta, sigur hann.
Hetta er aðru ferð í hesum mánaðinum, at tjóðbankin hækkar rentuna. Fyrru ferð var 7. oktober.










