Kann brúkast sum jarnbrot til at fáa okkum betri sømdir

Boykotta vit Russland kann úrslitið vera at vit fáa betri sømdir í Evropa, sigur danskur politikari

Eitt tað mest umstrídda málið í føroyskum politikki hesa seinastu tíðina er um vit skulu halda fram við fiskivinnusamstarvinum við Russland. Flokkarnir í andstøðuni mæla til at gevast við samstarvinum og tað er Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, eisini talsmaður fyri.

 

Men enn hevur samgongan ikki tikið støðu til um samstarvið skal halda fram, og tað er heldur eingin loyna, at bæði í Sambandsflokkinum, og í Fólkaflokkinum, eru politikarar, sum ikki vilja hoyra talan um at enda samstarvið við russarar.

 

Tað hevur eisini vakt ans í Danmark, at føroyingar umhugsa at endurnýggja samstarvið við Russland og við DR í morgun, mæla tríggir topp -politikarar í Danmark á okkum um at gevast við samstarvinum.  

 

Rasmus Jarlov í Konservativa flokkinum vónar, at føroyingar gera sítt til at isolera Russland og tí mælir hann frá, at vit endurnýggja fiskiveiðisáttmálan við Russland.

 

Karsten Hønge í SF heldur, at tað er eitt vánaligur boðskapur til umheimin at Føroyar gera nýggjan fiskiveiðisáttmála við Russland. Christian Juhl í Eindarlistan sigur, hevði tað rakt Putin hart at enda fiskivinnusáttmálan við Russland, hevði tað verið harmiligt, at hesin møguleikin ikki verður tikin.

 

Martin Lidegaard, nývaldi formaðurin í Radikala Vinstra, ger fiskiveiðiavtaluna við Russland til eitt trygdarpolitiskt mál, og trygdarpolitikkurin er danskt málsøki - eisini viðvíkjandi Føroyum.

 

Hann heldur, at allar avtalur við Russland fáa trygdarpolitiskar avleiðingar. Tí mælir hann føroyskum myndugleikum til at at samskifa neyvt um samstarvið við russarar - eisini við ES-kommisiónina.

 

– Kanska tí at tað kundi verið brúkt til at givið føroyingum betri atgongd til marknaðin í Evropa, sigur hann við DR.

 

Føroyingar hava leingi virkað fyri at fáa betri sømdir á ES-marknaðinum, men tað hevur gingið ómetaliga strilti, men nú luftar Martin Lidegaard tankan um at brúka samráðingar við russarar sum jarnbrot fyri at fáa betri atgongd á marknaðinum í ES.