Kann broyta politikkin

Tema: Eidesgaard og Kallsberg gevast:
Kaj Leo Johannesen, løgmaður

Tað er ikki av ongum, at Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg hava fingið tað vald, sum teir hava havt. Teir hava dugað sítt politiska handverk, og teir hava eisini verið seriøsir. Eg veit ikki um, at teir eru farnir út við persónligum álopum, teir hava hildið seg til málini, og tí er stór virðing um teir.

Eg eri uppvaksin við at lurta eftir teimum eldru, og í politikki havi eg eisini roynt at lært av teimum, sum hava meira royndir enn eg, og eg havi lært nógv av Jóannesi Eidesgaard og Anfinni Kallsberg.

Eg havi eisini stóra virðing fyri teimum, tí teir hava sitið í stólinum, sum eg siti í, og eg veit, at hetta er ein trupul stólur at sita í.

Nú teir gevast í politikki, verður størri rásarúm hjá yngri politikarunum, og tað fer helst at broyta politikkin nakað. Tað kann eisini broyta okkurt í samstarvinum millum flokkarnar, tí tá ið tveir politikarar hava sitið við valdið so leingi, so hava tað eisini verið onkrar gnidningar, og tað kann eitt skifti broyta.

Tað er eitt sindur sorgblítt, at teir nú gevast, tí eg havi samstarvað nógv við teir og eri komin at kenna teir sum politikarar og menniskju.