Kann Barcelona endurvinna Champions League?

Í kvøld skulu tveir teir seinastu fjórðingsfinalistarnir finnast í Champions League. Barcelona tekur á Nou Camp ímóti týsku Stuttgart. Tað er vist, at Barcelona er uttan miðvallarin og varaliðskiparin, Xavi. Liðskiparin hjá Barcelona, Carles Puyol, og Seydou Keita verða møgulga heldur ikki við. Franski vinstri bakkurin , Eric Abidal, er heldur ikki tøkur vegna skaða. Zlatan Ibrahimovic er hinvegin tøkur, eftir leikbann í heimligukappingini.

 

Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Champions League dystir í kvøld:

 

19:45

Barcelona ? Stuttgart

Bordeaux - Olympiakos