Verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, fer matvørutrygdin at valdast, alt eftir, hvørjum framleiðarin, ein handil keypir frá.
Handilsvinnufelagið tekur ikki treytaleyst undir við ætlanini hjá samgonguni um at linka matvørulógina, so at eisini seyðakjøt og neytakjøt, sum ikki er frá góðkendum virkjum, kann seljast í føroyskum handlum
Felagið sigur, at lógin sum er, hevur havt við sær, at matvørutrygdin hevur verið í hásæti, og at fólk hava kunnað litið á, at handlar bert selja løggildar vørur.
Verður uppskotið samtykt, fer matvørutrygdin í handlunum at valdast alt eftir, hvørjum framleiðara handilin keypir frá, sigur felagið.
Eftir ætlanini hjá samgonguni, skal kjøt, sum verður selt í einum handli, merkjast, so at tað sæst, hvaðani tað er, og um talan er um løggildað kjøt, ella ikki.
Og Handilsvinnufelagið mælir eisini til, at krøv verða sett til merking, soleiðis at fólk púra greitt síggja, um talan er um løggilda vøru ella heimaframleiðslu.
- Tað hevur týdning fyri handilsfólk at hava hollan kunnleika til tær vørur, ið eru til taks í handlinum, og at viðskiftafólk ómakaleyst kunnu skyna ímillum løggildar og ikki løggildar vørur, sigur Handilsvinnufelagið.
- Tað er eisini av stórum týdningi, at tað er viðskiftafólki greitt, at tað er framleiðarin, sum hevur ábyrgdina av, at vøran er í lagi.
Felagið vísir kortini á, at hetta fer at føra við sær, at úrvalið av vørum verður fjølbroyttari, og at tað verður lættari at selja siðbundnar føroyskar vørur.
- Harafturat verða hesir handlar ikki longur avmarkaðir til at keypa frá nøkrum fáum løggildum veitarum.
Men tað kann eisini føra við sær, at framleiðslan á løggildum virkjum fer at minka, og hetta kann fáa óhepnar fylgjur fyri vinnuna.
Men nú samgongan ætlar at linka lógina um matvørutrygd, spyr Handilsvinnufelagið, hví samgongan ikki bara ger tað fyri allar framleiðarar.
- Hví ikki lata hesar reglur fevna um alla framleiðslu av kjøtvørum til føroyska brúkaran, spyr felagið.