Fótbóltur á jólum er ein sterk siðvenja í Onglandi. Hóast HM-endaspælið júst er liðugt, so kemur tað ikki í vegin fyri fótbólti 2. jóladag, sum í Onglandi verður nevndur Boxingday. Hetta er ein av størstu fótbóltsdøgunum í kappingarárinum.
Í dag eru dystur frá klokkan 12.30 til klokkan 22. Fyrsti dysturin var á Gtech Community leikvøllinum í Bradford. Gestirnir úr Tottenham eiga ein heimsmeistara í Cristian Romero, ein HM-finalist í Hugo Lloris og ein bronsu vinnara í Ivan Ivan Perišić. Bara síðstnevndi byrjaði inni.
Tað var eisini ivasamt um Harry Kane fór at byrja inni, nú hann hevur verið oddamaður hjá Onglandi til HM. Tað rakk til eina fjórðingsfinalu móti Fraklandi. Bradford hevur fyrireikað seg til hendan dagin leingi og tað sást. Heimaliðið kom á odda bæði 1-0 og 2-0, og har í millum vóru tað bara sentimetrar á muni til eitt mál afturat. Tottenham hevði tað, sum nokk kann kallast timburmenn frá HM-endaspælinum.
Hinvegin, so hevur Tottenham eisini fyri vana, at spæla væl í seinna hálvleiki. Soleiðis var eisini í dag. Harry Kane minkaði um munin og løtu seinni var tað danski stríðsmaðurin á miðjuni, Pierre Højbjerg, sum javnaði.
Seinastu tjúgu minuttirnar var Tottenham nærri, men tað bleiv ikki til nakra jólagávu til Harry Kane og Tottenham, sum nú er undir trýsti á fjórða plássi.
Her er jólaskráin í Premier League:
26. desember:
Klokkan 12.30: Brentford – Tottenham 2-2
Klokkan 15.00: Crystal Palace – Fulham
Klokkan 15.00: Everton – Wolverhampton
Klokkan 15.00: Leicester – Newcastle
Klokkan 15.00: Southampton – Brighton
Klokkan 17.30: Aston Villa – Liverpool
Klokkan 20.00: Arsenal – West Ham
27. desember:
Klokkan 17.30: Chelsea – Bournemouth
Klokkan 20.00: Manchester United – Nottingham Forest
28. desember:
Klokkan 20.00: Leeds – Manchester City