Fimta og næstseinasta umfar í bólkaspælinum í Europa League var í gjárkvøldið. Liverpool – uttan Daniel Sturrigde – eru saman Tottenham millum tvey av feløgunum, sum hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingini.
Daniel Sturridge aftur skaddur
Liverpool hevði bara vunnið tríggjar av tíggju teimum seinastu dystunum á Anfield, undan dystinum í kvøld. Liðið var eisini uttan enska áleyparan, Daniel Sturridge. Hann hevur bara spælt tjúgu dystir seinastu tvey kappingarárini orska av óteljandi skaðum. Hesa ferð hevur hann ilt í fótinum.
Liverpool vann dystin, eftir at franska Brodeaux legði seg á odda í fyrra hávleiki. Liverpool svaraði aftur upp ábrotsspark, og stutt fyri hálvleik legði Christian Benteke heimaliðið á odda. Liverpool er nú víðari.
Kane í málformi
Eisini Tottenham er víðari í Europa League undan seinasta umfarinum. Teir vóru í gjár á útivølli móti FK Qarabag, sum EB/Streymur spældi móti á sinni. Her skuldu 78 minuttir ganga, áðrenn Tottenham fekk mál í Aserbadjan. Málskjúttin var sum ikki eina ferð, Harry Kane. Við sigrinum hevur Tottenham tryggjað sær víðari luttøku.
Av øðrum kunnu nevnast Mole, Borussia Dortmund, FK Krasnodar, Napoli, Villreal, Rapid Vienna, Lazio, FC Basel, Schalke, Sparta Prag og Athletic Bilbao, sum eru víðari.