Eg havi ikki dugað nóg væl at siga "eg elski teg". Tað angri eg, sigur Kandis sangarin Johnny Hansen, sum fyri trimum árum síðani misti sína konu.
Í meira enn 20 ár hevur hann staðið frammanfyri áskoðarum og sungið sangir um kærleika.
Men nú sigur Johnny Hansen við danskar miðlar, at hann als ikki dugir slíkt nóg væl í gerandisdegnum.
Hann sigur hetta í samband við, at hann nú hevur skrivað ein sang til konu sína, sum skal verða á komandi fløguni.
Fløgan kom út í dag og eitur Kandis 14.