Kandis ferðast kring oyggjarnar

Manningin í danska dansiorkestrinum eru komnir til Føroya í góðari tíð. Teir lendu longu í gjárakvøldið, tí teir vilja brúka hesar dagarnar, sum eina fína samansjóðing, og fyri at uppliva vøkru náttúruna í Føroyum.

 

Fyrr í dag vitjaði Johnny Hansen morgunsendingina hjá Rás2. À myndini sæst hann við Rannvá Gaard Fossáberg og Eyðuni Samuelsen hjá Miðlahúsinum.

 

Johnny slær fast, at hann og manningin hjá Kandis eru væl fyri, fyri at geva áhoyrarunum og dansifólki eina góða uppliving í høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld. Umframt Kandis fara Hans Jacob Hjelm og vinmenn eisini at framføra.

 

Tað ber til at hoyra prátið Rás2 hevði við Johnny Hansen undir greinini.