Kanalir skulu verja Keypmannahavn

Gloprarregnið, sum legði stórar partar av Keypmamnnahavn undir leygardagin, vísti ein einaferð, at kloakkskipanin í danska høvuðsstaðnum megnar ikki at svølgja, tá tað regnar so illa. Í Københavns Energi, sum hevur ábyrgdina av kloakkskipanini, tosa tey nú um at grava kanalir, sum kunnu verja býin.

Per Jacobsen hjá Københavns Energi sigur við Politiken, at myndugleikarnir eiga at umhugsa møguleikan at brúka kanalir, sum Amsterdam og fleiri býir í Asia gera. Hann sigur, at tað ræður um at veita vatnið úr gøtunum út á grøn øki og haðani ígjøgnum kanalir út á sjógv.

Tað fer at kosta nógvar pengar at byggja kloakkskipanina í Keypmannahavn út og at grava kanalir, men einstøk tryggingarfeløg hava víst hugskotinum áhuga. Stjórnin er eisini sinnað at gera okkurt við málið, soleiðis at tað verður lættari hjá kommununum at bøta um viðurskiftini, skrivar DR.