Kanadiskt felag ynskir føroyskar elektrikarar

Í hesum døgum leitar Elcon í Saltangará eftir níggju elektrikarum til eina spennandi uppgávu í Grønlandi.

El-fyritøkan Elcon, sum heldur til í Saltangará, hevur úr at gera.

 

Kartin Joensen, sum er stjóri í Elcon, sigur, at arbeiði er til allar mennirnar, og at teir eisini hava fingið áheitanir um at gera arbeiði uttan fyri landoddarnar.

 

Í hesum døgum leitar Elcon eftir níggju elektrikarum til eina spennandi uppgávu í Grønlandi.

 

- Tað er eitt kandiskt felag, ið leitar eftir miniralum í Grønlandi, sum hevur heitt á okkum um at senda níggju mans til Grønlands at arbeiða fyribils í fýra til seks mánaðir - við byrjan fyrst í august.

 

Karstin Joensen sigur, at elektrikararnir koma at arbeiða í fýra vikur og hava síðan frí heima í tvær vikur. Lønin er góð, og treytirnar eru somuleiðis góðar.

 

- Nógv talar eisini fyri, at samstarvið kemur at verða longri enn eitt hálvt ár. Okkara avbjóðing er sjálvandi at finna níggju elektrikarar, sum ynskja hesa øðrvisi og spennandi uppgávu.

 

Stjórin í Elcon sigur, at teir leita nú við luppi eftir hesum monnum, og er tað onkur, sum heldur hetta vera áhugavert, er bara at seta seg í samband við Elcon.