Tað eru ikki bara almenningurin, ið kann verða raktur av coronavirus, og nú hevur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, valt at fara í sjálvboðið sóttarhald, eftir at kona hansara, Sophie Grégoire Trudeau, hevur fingið staðfest smittuna.
Sambært BBC er forsætisráðharrin framvegis ikki smittaður, men Sophie Trudeau fekk smittuna eftir eina vitjan í London.
Hóast forsætisráðharrahjúnini vera við hús komandi tvær vikurnar, so hevur Trudeau gjørt greitt, at hann ætlar sær at reka allar almennar skyldur heimanifrá.
Í løtuni eru 103 staðfestir tilburðir av Covid-19 smittuni í Kanada.
Í Iran hevur covid-19 smittan eisini gjørt um seg í landsins leiðslu. Fyrr í mánaðinum kom undan kavi, at í minsta lagi 23 limir í iranska parliamentunum høvdu fingið smittuna. Síðani hevur varaforsetin í Iran, Eshaq Jahangiri, eisini fingið smittuna, umframt at fleiri miðlar vilja vera við, at aðrir limir í iransku stjórnini eisini eru smittaðir.