Kanadiska Amanda Rheaume á G! Festivalin

Amanda Rheaume verður ímillum nøvnini á G! 2009. Tónleikurin hjá Amandu spennur víða um, og væntast kann alt frá poppi, rokki og funki og heilt út til dansivinarligan tónleik Hundraðtals konsertirnar, fjeppararnir og góðu søgurnar mana Amandu Rheaume til lívs á tónleikapallinum. Amanda Rheaume er í løtuni við miklari ferð í gongd við at hála seg fram til millum fremstu uppkomandi kvinnuligu tónlistarfólkini í Kanada.

 

Seinastu trý árini hava fjølmiðlar um alt Kanada givið henni góð ummælir, har hon hevur hitað upp fyri nøvn sum til dømis The White Stripes, Ani DiFranco, The Trews, Sloan, Jeff Martin (The Tea Party) Í 2007 spældi hon fleiri enn 170 konsertir í Kanada og USA og í mai í fjør vann Amanda 40.000 dollarar í talentkappingini ?Ottawa Big Money Shot?. Nú stendur G! Festival á skránni.

 

Farna árið hevur hon arbeitt saman við sangskrivarum so sum Chantal Kreviazuk, Brian Bryne, Jeff Pearse, Lynn Miles og fleiri.

 

Í oktober í fjør var hon á konsertferðini Babes for Breasts, har Ana Miura, NLX: Ntasha Alexandra, Emely Fennel og aðrar framførdu. Tær spældu 20 konsertir í 26 dagar til frama fyri kanningum ímóti krabbameini í bróstunum.

 

-Amanda Rheaume kennir væl til Føroyar og hevur fyrr verið í samband við fyriskipararnar um at sleppa hendaveg at framføra, sigur Jón Tyril við Planet.

 

Her er yvirlit yvir útgávurnar, sum Amandu Rheaume hevur latið úr hondum higartil:

 

Amanda Rheaume ?Singles? 2008

Amanda Rheaume ?If You Never Live? 2007

The Amanda Rheaume Band ?Even When? 2005

Amanda Rheaume ?Unravelling? 2003