Kanada vil tingast um Hans Ø

Kanada og Danmark eru ósamd um ta lítlu oynna Hans Ø, sum er í Beaufort Havinum millum Grønland og Kanada, men nú vil Kanada hava semju um oynna. Tað sigur kanadiski uttanríkisráðharrin, Lawrence Cannon.

-Vit eru farin undir samráðingar við USA og Danmark um tær leiðirnar, sum vit eru ósamd um í Beaufort Havinum og við Hans Ø, sigur ráðharrin.

ST-havrættardómstólurin skal taka avgerð um ivamálini. Dómstólurin hevur boðað frá, at londini skulu koma við sínum krøvum í seiansta lagi í 2013, og tá skulu tey eisini lata dómstólinum tilfarið, sum tey byggja síni krøv á.

Í mong ár vóru Danmark og Kanada samd um at vera ósamd um Hans Ø, men síðani Kanada hevði eina hernaðarvenjing við oynna fyri seks árum síðani, hava londini hert kravið um ræðisrætt til ta lítlu oynna, skrivar KNR.