Kanada: Vørubilur koyrt í mannamúgvu - níggju fólk deyð

Níggju fólk eru dripin og sekstan eru løstað eftir at ein hvítur vørubilur koyrdi inn í einum mannamúgvu í kanadiska býnum Toronto. Tað upplýsir Reuters tíðindastovan.


Eygnavitnir hava greitt frá hvussu bilførarin tyktist at royna at raka so nógv fólk sum gjørligt, men myndugleikarnir hava enn ikki staðfest, um talan var um eitt óhapp ella yvirgangsálop.


Í fyrstu atløgu megnaði bilførarin at sleppa til rýmingar, men tað eydnaðist løgregluni at fáa fatur á viðkomandi nakrar gøtur frá vanlukkustaðnum.