Upprunafólk í Kanada eru sera misnøgd við, at landið atkvøddi ímóti einari samtykt í ST um rættindini hjá upprunafólki kring heimin. Bara fýra lond atkvøddu ímóti. Kanadiska stjórnin umber seg við, at galdandi lógir veita upprunafólkinum í Kanada tey neyðugu rættindini, og at partar av altjóða samtyktini eru í stríð við galdandi kanadiska lóg. Tí kundi landsins umboð í ST ikki atkvøða fyri, sigur stjórnin.











