Kanónval var ikki nóg mikið

Jacob Vestergaard setti næstan í atkvøðutalið hjá fólkaflokkinum í Suðuroy, men tað rann ikki til umboð á tingi

Løgtingsvalið 2004

Hann hevði eitt kanónval, men slapp ikki inn á ting kortini.
Enn einaferð má fólkaflokkurin ásanna, at hann er ov stuttur til at fáa tingmann í Suðuroynni.
Men munurin er ikki so stórur, tí nú er hann bara 65 atkvøður frá tjóðveldisflokkinum í stríðnum um tann triðja mannin.
Kortini er høvuðsvalevnið hjá fólkaflokkinum í Suðuroy, Jacob Vesterghaard rættiliga vælnøgdur við valið.
Eg hevði ikki væntað, at tað fór at eydnast hesuferðina, tí eg hevði væntað, at tjóðveldisflokkurin fór at halda stand.
Sjálvur fekk Jacob Vestergaard heilar 282 atkvøður og tað er tað mesta nakað valevni hjá fólkaflokkinum í Suðuroy hevur fingið í yvir 50 ár, tí vit skulu heilt aftur til løgtingsvalið í 1950 fyri at finna eina fólkafloksmann í Suðuroy við fleiri atkvøðum. Tað var, tá ið Martin Holm fekk 303 atkvøður.
Tá ið Jacob Vestergaard varð settur í landsstýrið varð tað ein roynd at vinna fólkaflokkinum størri undirtøku í Suðuroynni og tað eydnaðist sostatt, hóast tað ikki var nóg mikið til løgtingsumboð hesuferð, tí flokkurin hevði framgongd upp á 2,3% og so stóra framgongd hwevði ongin annar flokkur í Suðuroy.
? Tað eri eg ómetaliga takksamur fyri og eg haldi, at tað er eitt sera gott úrslit, tá ið hugsað verður um, at eg bara havi verið landsstýrismaður í nakrar mánaðir.
Men Jacob Vestergaard heldur eisini, at hetta vísur, at tað loysir seg hjá fólkaflokkinum at hava landsstýrismann úr Suðuroynni, tí tað gevur sanniliga úrslit. Tí heldur hann, at hetta er rætta leiðin at ganga.
Og hann dylir heldur ikki fyri, at hann er til dystin fús, skuldi flokkurin einaferð enn heitt á hann um at tikið við einum starvi sum landsstýrismaður.
Hann vil ikki nevna nakrar ávísar samgongumøguleikar, men hann heldur, at møguleikarnir eru nógvir.