Størsta partin av teininum líktist tað einum fjórða plássi hjá Maluni, men seinastu 50 metrarnar kom ferð veruliga á. Hon streyk uttan nakað hóvasták fram upp á bronsumerki, og í einum sera tøttum endaspurti vann hon seg upp á eitt flott silvurmerki.