Serbia vann í dag 1-0 á Kosta Rika í bólki E.
Serbia var greiður favorittur áðrenn dystin, og sótu eisini á meginpartinum av spælinum.
Stóra stjørnan hjá Kosta Rika, málverjin Keylor Navas, ið spælir fyri Real Madrid, hevði fleiri stórbjargingar, og átti sín lut í at hálvleiksstøðan var 0-0.
Eftir 56 minuttir eydnaðist tað tó serbum at fáa bóltin fram við Navas, og tað var við einari frísparksperlu.
Serbiski liðskiparin, Aleksandar Kolarov, sparkaði bóltin beinleiðis í ein harðan flottan boga upp um múrin og niður aftur í málið, uttan at Navas hevði nakran møguleika, so at støðan gjørdist 1-0.
Eftir hetta, løgdu serbar seg nakað aftur á vøllin at verja leiðsluna. Kosta Rika fekk lagt eitt ávíst trýst á, men tað varð ongantíð veruliga vandamikið framman fyri serbiska málið.
Kjansirnir fækkaðust, og dysturin endaði við úrslitinum 1-0 til Serbia, ið sostatt er fyribils á odda í bólki E.
Hini bæði liðini í bólkinum, Brasil og Sveis, spæla klokkan 19.00.