Kanón kappróður í Klaksvík

Tað gekk sum smurt, tá ið fyrsti FM kappróðurin var á skránni í Klaksvík seinnapartin í dag.

Finalan var millum 10-mannaførini. Frammanundan var spenningurin stórur, og kappingin var øgilig. Tríggir bátar komu skúmandi ímóti málinum í tættari kapping.

Klaksvíkingur var fremstur í startspurtinum, og hann vann eisini róðurin. Gongdin vísti, at tað ivaleyst fer at verða meiri spennandi og tætt í ár, enn tað var í fjør, tá ið Klaksvíkingur vann allar róðrarnar.

Suðuroyingur og Vestmenningur vóru sera stinnir í endaspurtinum, meðan tað í dag ikki hepnaðist so væl hjá nýggja Havnarbátinum, sum tað ivaleyst var lagt upp til, at tað skuldi gera.

Sigurin hjá Klaksvíkingi var merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at klaksvíkingar hava vunnið 10-mannafarsróðurin á Norðoyastevnu tvær ferðir á rað.

 

1 Klaksvíkingur 06:38.24

2 Suðuroyingur 06:39.15

3 Vestmenningur 06:39.18

4 Havnarbáturin 06:50.03

 

Úrslitini í hinum róðrunum:

8 mannafør

1 Miðvingur 07:04.17

2 Argjabáturin 07:10.13

3 Gullbrandur 07:13.22

 

6-mannafør menn

1 Lómur 07:20.17

2 Riddarin 07:25.05

3 Skúgvur 07:27.16

4 Sundabáturin 07:39.04

 

5 mannafør kvinnur

1 Havfrúgvin 05:24.04

2 Blikur 05:24.07

3 Firvaldur 05:31.11

4 Strípan 05:32.11

5 Falkur 05:34.16

 

5 mannafør gentur

1 Erla Kongsdóttir 05:26.15

2 Hvassi 05:27.06

3 Sílið 05:32.16

4 Blikur 05:33.19

5 Royndin Fríða 05:36.12

6 Tjaldrið 05:36.15

7 Ørnin 05:43.06

 

6 mannafør kvinnur

1 Páll Fangi 05:09.06

2 Hvessingur 05:18.01

3 Rádni 05:23.14

 

5 mannafør dreingir

1 Jallurin 05:07.05

2 Teistin 05:07.24

3 Drekin 05:08.17

4 Havfrúgvin 05:11.05

5 Royndin Fríða 05:12.17

6 Firvaldur 05:15.11

7 Erla Kongsdóttir 05:17.11

 

Barnaróður gentur

1 Jallurin 02:30.23

2 Hulda 02:33.00

3 Royndin Fríða 02:35.02

4 Teistin 02:36.22

5 Jomfrúgvin 02:42.11

6 Pílur 02:46.23

7 Tambar 02:48.18

 

Barnaróður dreingir

1 Junkarin 02:37.10

2 Fípan Fagra 02:43.20

3 Pílur 02:47.00

4 Frúgvin 02:47.09

5 Jomfrúgvin 02:49.15

6 Kollur 02:53.18