Kampylobaktor bakterian í Føroyum

Drekkivatnið í fleiri kommunum er smittað

Bakterian kampylobaktor er funnin í drekkivatni í Føroyum. Bakterian livir í dýrum, serliga seyði og fugli Hon livir í skarni og dálkar soleiðis drekkivatn

At bakterian er í Føroyum er ikki nakað nýtt. Longu fyri hálvum ári síðani vistu vit at siga, at í kommunum í Føroyum høvdu tey fingið boð um at kóka drekkivatnið, tí kommunan reinsaði ikki drekkivatnið og at vandi sostatt var fyri kampylobaktoreitran.


Nýggjar kanningar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur kannað drekkivatn í 17 kommunum. Í 5 kommunum er bakterian kampbylobaktor funnin.

Í øllum 5 førum er talan um kommunur, har einki reinsiverk er.

Jonhild Hermansen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at bakterian livir i dýrum, serliga seyði og fugli og skarni. Soleiðis verður

drekkivatn dálkað.

Bakterian finst í jørð, spillivatni, evju, óreinsaðum drekkivatni og djórum sum seyði og flogfenaði. Í køkinum er rávøran vandin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.


Kókið vatnið!

Vandi stendst av, um matur ikki verður hitaviðgjørdur, kókaður, nóg væl. Eisini um kókaði maturin verður dálkaður av rávøruni, eittnú íløtum ella køksreiðskapi.

Sjúkueyðkenni eru diaré, kvalmi, búkpína og fepur. Fer sjúkan í blóðið, kann hon gerast meira álvarsom.

Tað snýr seg sostatt um reinføri.

Boðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru greið: kókið vatnið, har vatnið ikki er sóttreinsað!


Frá Landslæknanum verður upplýst, at í 1997 vóru 3 kampylobaktor og 2 salmonellatilburðir fráboðaðir sum "levnedsmiddelbårne infektioner". Hetta tal sigur landslæknin kann gangast við 10, fyri at hava mynd av veruliga talinum.