Eysturríkska Natascha Kampusch fær nú sína egnu sjónvarpssending -Fólk hava hoyrt og lisið so nógv um meg, og nú ætli eg mær at vísa teimum eina aðra síðu av mær, sigur tann 20 ára gamla Natascha Kampusch við APA-tíðindastovuna.
Natascha Kampusch gjørdist heimskend, tá hon flýddi úr einum kjallara, har hon hevði sitið innistongd í átta ár.
Nýggja sendingin hjá Kampusch er fyrstu ferð á skránni sunnukvøldið, og gestur hennara tá er gamli Formel-1 koyrarin og landsmaður hennara Niki Lauda.