Kampusch í rættin

Ein pensjóneraður dómari ákærir mammu at Nataschu Kampusch, Birgittu Sirny, at standa aftan fyri burturflytingina av dóttrini Stóð mamma Nataschu Kampusch aftan fyri burturflytingina av teirri tá 10 ára gomlu dóttir, sum mátti liva átta á í fangaskapi?

Tað heldur pensjóneraði dómarin, Martin Wabl, sum alment hevur sagt sína hugsan. Mamma Kampusch gjørdist sjálvandi rasandi, tá Wabl kom við ákæruni ? og hon hevur tí stevnt honum.

Ítøkiliga ganga ákærurnar frá Martin Wabl út uppá, at Birgitta Sirny hevur framt skipaðan kynsligan ágang móti egnu dóttir síni ? og í ræðslu um at verða avdúkað, hevur hon skipað fyri burturflytingini saman við kenninginum, Wolfgang Priklopi.

Í dag hevur Natascha Kampusch so givið sína síðu av søguni. Fleiri hundrað miðlafólk vóru møtt í rættinum, sum orsakað av stóra áhuganum var fluttur í størri høli. Hon varð tó ikki førd inn í sjálvan rættin, har mamman og Martin Wabl sótu, men í eitt høli við síðuna av, har hon varð avhoyrd.

Vitnisfrágreiðingin hjá Nataschu Kampusch er tó loynilig.

Pápi at Nataschu Kampusch, Ludwig Koch, sigur, at hann saktans kann ímynda sær, at ekskonan stóð aftan fyri óhugnaliga burturflytingarmálið. Ella at hon í minsta lagi kendi Wolfgang Priklopil sera væl, skrivar bt.bk.