Tórshavnar Country Festivalur verður 11. og 12. mai í høllini á Hálsi í Havn.
Fyriskipararnir boða frá, at nú ber til at biðja um pláss til húsvognar nærindis høllini.
Annað plássið verður norðan fyri høllina og hitt á parkeringsplássinum við Gundadalshøllina.
Pláss til húsvon kann keypast á Kunningarstovuni í Havn, og eitt atgongumerki til festivalin er íroknað.