Kampingstevnan í Leirvík

Kampingfelagið Camping.fo skipaði á páskum fyri kampingstevnu við fótbóltsvøllin uppi á Brekkum í Leirvík.

Byrjað varð mikudagin 8. apríl, og varð stevnan til og við annan páskadag. Teir flestu vognarnir komu til Leirvíkar tann fyrsta dagin. Tá flestir vognar vóru á økinum, vóru teir 33 í tali. Tilsamans 36 vognar luttóku á stevnuni, harav tveir kampingbilar.


Arnhold Fjallstein, formaður í felagnum Camping.fo, sigur, at kampingfólkið hugnaði sær. Fríggjakvøldið var t.d. hugnakvøld í ítróttarhúsinum, har øll møttu og høvdu mat og drekka við.

Limirnir høvdu atgongd til allar fasilitetirnar í húsinum. Øll viðurskiftir vóru í lagi, har var el lagt út á plássið, ein ruskbingja var sett upp og kampingfólkið hevði t.d. atgongd til toilettir og brúsur.

Vitjað var eisini á Bátsavninium í Leirvík. Felagið Camping.fo hevur umleið 80 virknir limir.