Nú verður farið undir at gera kampingpláss í Vági.
Tað varð samtykt á býráðsfundi í Vági í gjárkvøldið í sambandi við at fíggjarætlanin fyri næsta ár, varð samtykt.
Kampingplássið skal verða í náttúruvakra økinum vesturi í Vatnið í Vági.
Sjálvt kampingplássið skal vera á stykkinum ímillum ítróttarverklagið á Eiðinum og Vatnið, VB húsið, ítróttarhøllin og fótbóltsvøllin.
Endamálið er at gera pláss fyri 15-20 kampingvognum á plássinum og ætlanin er at knýta vatnið upp í plássið.
Samstundis er ætlanin at tey, sum hava kampingvogn á plássinum, skulu hava atgongd til wc, brúsu og aðrar hentleikar í VB húsinum.
Myndin vísir økið, har kampingplássið skal vera. Myndin er tikin frá fótbóltsvøllinum, VB Húsinum og ítróttsrhøllini, útvir økið, har kampingplássið liggur, beint við Vatnið