Kampingplássið á Mølini heldur fram

Eiðis bygdaráð hevur samtykt at halda fram við at brúka gamla fótbóltsvøllin niðri á Mølini til kampingøki.

 

Tað vóru hjúnini, Martin og Hertha Kúrberg, sum riggaðu kampingøkið á Mølini á Eiði til og sum seinastu árini eisini hava tikið sær av økinum og gamla EB-húsinum.

Nú familjan hevur bygt sær nýggj sethús í Skálavík, søkir Eiðis kommuna í dag eftir nýggjum leiðara ella fyrisitara til kampingøkið.

Í Eiðis bygdaráði hava tey nevniliga samtykt, at gamli fótbóltsvøllurin á Mølini framhaldandi skal brúkast til kampingøki - helst til gleði fyri mong.

Tískil søkir Eiðis kommuna í dag eftir leiðara ella fyrisitara, ið hevur áhuga og hegni at standa fyri og samskipa kampingøkið á Mølini.

Umsóknarfreistin er sett til mánadagin hin 22. februar í 2021.

- Tey, sum vilja hava meira at vita, kunnu venda sær til Fríðu Jóinsdóttir Joensen, forkvinnu í trivnaðarnevndini, siga tey í Eiðis kommunu í dag.