- Vit síggja, at hvørja ferð eitt stórt tiltak verður fyriskipað, eru øki sett av til kampingvognar. Hetta er ein sera stór broyting, ið vit sum felag seta stóran prís uppá, siga tey í camping.fo.
Tað sigur formaðurin í camping.fo, Ivan Skorheim. Hann vísir á, at felagið varð sett á stovn í 2005, og øll árini síðan hevur áhugin fyri kamping í Føroyum verið veksandi.
Stovningarfundurin varð hildin í oktober í 2005, og millum stigtakararnar vóru Arnhold Fjallstein, sum framvegis er virkin kampari - og Ivan Skorheim, sum í dag er formaður í felagnum.
Longu við stovnan varð týdningurin umrøddur at hava ein felagsskap, sum kundi hjálpa eigarum av kampingvognum og kampingbilum.
Árini síðan hevur camping.fo slóðað fyri at gera umstøðurnar hjá fólki, sum ferðast í kampingvogni og kampingbili betri, og her hevur eisini verið hugsað um útlendingar, sum ferðast til Føroya at kampa.
Tá camping.fo varð stovnað, vórðu einir 20-30 vognar skrásettir sum limir í felagnum, og áhugin fyri kampingvognum og kampingbilum er vaksin støðugt síðan.
Ivan Skorheim vísir á, at í 2017 vóru 297 vognar skrásettir sum limir hjá camping.fo, og tað eru helst væl fleiri vognar í Føroyum enn hesir.
Men, eitt er sjálvt talið av vognum. Annað er, hvussu mong kunnu ferðast við somu vognum.
- Siga vit, at millum tvey og trý fólk ferðast við hesum vognum, snakka vit ikki um 300 fólk, men heldur um 600 til 900, sum kampa í Føroyum gjøgnum summarið, sigur formaðurin í camping.fo