Sambært kunngerð nr. 5 frá 17. januar 2019 um uppboðssølu av rættindum at veiða 1.276 tons av toski á Flemish Kap í 2019, hevur í dag verið uppboðssøla av hesum fiskirættindum, og tað var Fiskamarknaður Føroya, sum skipaði fyri.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tað vóru tríggir keyparar, sum tóku lut í uppboðnum, og samlaða upphæddin, sum keypt varð fyri, var 1.324.800 krónur.
Feløgini, sum keyptu tey 1.276 tonsini, sum skulu fiskast á Flemish Kap við húki, vóru M&S Strendur P/F, sum keypti 526 tons fyri miðalprísin 1,04 krónur fyri kilo, Undir Klakki P/F, sum keypti 500 tons fyri miðalprísin 1,03 krónur fyri kilo – og Fossá P/F, sum keypti 250 tons fyri miðalprísin 1,04 krónur fyri kilo.
In.fo kann leggja aftrat, at tað er Fossá P/F, sum eigur og rekur frystilínuskipið Eivind, Undir Klakki eigur frystilínuskipið Klakk, og M&S Strendur eigur frystilínuskipið Kamb, sum øll fiska á Flemish Kap í løtuni.










