Besti toskaprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár var 23,60 krónur fyri kilo. Hetta var fyri eina lítla nøgd av toski 1. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 150 tons av fiski.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini var samanlagt 13,61 krónur fyri kilo. Hægsti kiloprísur var 60 krónur, sum varð latin fyri sløk 500 pund av kalva 3.
Størstu nøgdirnar vóru av toski 3 og 4. Talan var um tilsamans 57,7 tons, sum fóru fyri ávikavist 14,34 og 10,7 krónur fyri kilo.
Besti toskaprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár var 23, 60 krónur fyri kilo, og hetta var fyri eina lítla nøgd av toski 1.
3,5 tons vóru av toski 2, sum fóru fyri miðalprísin 19,21 krónur fyri kilo.
Nakað av hýsu var eisini í útboði á Fiskamarknaði Føroya í gjár.
26,8 tons av hýsu 2 fóru fyri miðalprísin 11,42, og 10,7 tons av hýsu 3 fóru fyri 9, 67 krónur fyri kilo.










