Fiskivinna
Tað er deiligt og avslappandi at vera á báti, serliga tá ið veðrið er gott. Hetta er heilsubót til likams og sálar. Er fiskur at fáa, ger tað ikki løtuna verri.
Alfred Eliasen og Andre Johannesen úr Leirvík hava verið onkran kalvatúrin saman í føroyskt bygda bátinum, Beintu.
At seta nakrar kalvalínur av og á er spennandi ítrív hjá monnum.
Hendan dagin vignaðist væl. Seks kalvar var fongurin á línuni, teir settu.