Kalt vikuskiftið í væntu

Eitt djúpt lágtrýst vestan fyri Írland fer í ein landnyrðing og fer framvið sunnan fyri Føroyar í morgin. Síðani liggja vit í einum køldum rákið av norðri við vetrarælum. Fyrst í næstu viku fer ein hitabrúgv framvið Føroyum av útsynningi og oyggjarnar fara at liggja í einum mildum ráki av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni øtlar hann í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn av suðri. Hitin millum 3 og 7 stig. Í kvøldið strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Í morgin

Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, um náttina minkar hann í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, um náttina klárar í, tó framvegis vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum fer í ein útnyrðing og minkar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastog og 2 hitastig.