Síðan Neistin var á vitjan á Skála fyri tveimum vikum síðan, í Atlantic Airways kappingini hevur tað ikki gingið teimum bláu eftir vild. Teir vóru tá ósigraðir og hóttu við at skræða seg rættuliga leysar frá hinum, men hetta vildu StÍF ikki lata sær linda og køvdu Neistan eitt sindur.
Spurningurin hesa ferð er tí, um Neistin kann endurfinna flótandi álopsspælið, ið fyrr í kappingini hevði lyft teir upp á tindin, ella um Kyndil hinvegin megnar at gera sær dælt av, at Neistaliðið er sært í løtuni.
Hjá Neistanum verður vónað, at Ingi Olsen aftur er tøkur, eftir at hann fekk ein skaða at dragast við, fyri skamt tveimum vikum síðani. Ingi var drívmegin aftan Neistaálopið, og hevur Neistin, síðan skaðan hjá Inga, havt trupult við at fingið álopsspælið at gliðið eftir vild.
At vera Inga fyri uttan er Neistanum ein dyggur smeitur, hóast maðurin er komin upp í árini, hevur hann enn dygdir, ið flest øll bert ynskja sær.
H71 hála seg tættari
Hinir dystirnir hetta umfarið eru eisini áhugaverdir. Hoyvíkingar tykjast veruliga at hava fingið ferð á seinastu trý umførini, og tað er hetta, ið teir skulu byggja víðari á, nú teir vitja strandingar í høllini á Skála. StÍF hevur hinvegin ikki ráð at missa stig, um teir skulu gera sær vónir um at halda fast um oddasessin.
Ein av høvuðsorsøkunum til at StÍF er at finna so høgt uppi á stigatalvuni er sera stinna verjan og so ikki minst besti málverjin í Atlantic Airways kappingini, Marian Cirloganescu. Í Marian hevur StÍF ein framúrskarandi skansa, ið til tíðir, ikki er til at skora ímóti.
KÍF gevast ikki
Spurninurin er, hvussu vestmenningar fara at standa seg hesaferð. Higartil hava úrslitini sveiggjað nakað nógv, og fleiri munnu halda, at skulu teir gera sær vónir um at liggja í toppinum, mugu teir vinna dystin móti KÍF. Mótstøðan hesaferð er eitt treiskt KÍF lið, ið hevur fingið tey fyrstu trý stigini á kontuna seinastu dystirnar. Hinvegin er tað fullgreitt, at kollfirðingar vilja stríðast, soleiðis at teir sleppa at vaska ósigurin av sær, ið teir fyrr í ár vóru fyri, tá teir vitjaðu í Vestmanna. Ta ferðina vann VÍF tepurt við bert einum máli.
Í Faktaboks:
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
Dagur Klokkan Dystir
01.12 14:00 StÍF-Stjørnan
01.12 14:00 Neistin-Kyndil
02.12 15:00 VB-VÍF
Atlantic Airways-kappingin
Dagur Klokkan Dystir
01.12 16:00 StÍF-H71
01.12 16:00 Neistin-Kyndil
02.12 16:00 KÍF-VÍF