Lot upp í frískan vind norðan og av landnyrðingi. Vindurin verður fimm til átta metrar um sekundið. Sólin sær út á dagin, og tað verða millum trý kuldastig og tvey hitastig. Út á náttina vaksur hann tó vindin, og tað verður kaldari summa staðni.
Landsverk sigur um koyrilíkindini, at roknast kann við hálku á hesum vegastrekkjunum:
- Klaksvík, Gerðabøur
- Gjáarskarð
- Tjørnuvíkarvegurin
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð
- Hvalba











