Tað er sera kalt í norðara parti av Skandinavia í hesum døgum, og í nátt frysti umleið 40 stig har norðuri í Finnlandi, Svøríki og Noregi. Kaldast var í norðurnorsku bygdini Coavddatmohkki, sum er nærhendis býnum Karasjok. Har frysti 42,1 stig.
Í Karesuando í Norðursvøríki frysti 39,9 stig tíðliga í morgun, og í Sodankylä í Finnlandi vóru 39,4 kuldastig.
Hetta er kortini ikki óvanligt í Norðurskandinavia. Eitt nú frysti 51,2 stig í Katasjok í januar í 1999.
Tað kalda veðrið í norðara parti av Skandinavia kemst av einum hágtrýsti, sum er yvir økinum, og sum eisini hevur givið dønum eitt sindur av kulda og kava teir seinastu dagarnar.