Samferðsla
Tað verður eitt stórt framstig fyri kalsoyingar, tá teir í næsta mánaði fara at fáa regluligt rutusamband við umheimin.
Barsskor hevur so trúliga tænt hesi farleiðini í mong ár, men við teirri nýggju samferðsluhavnini á Syðradali eru møguleikar skaptir fyri einum betri og víðkaðum sambandi hjá fólki.
Ferðaætlanin fyri farleiðina er klár, og sambært henni verða fimm túrar sigldir hagar um dagin, og leygarkvøld verður eisini ein túrur sigldur, um tørvur er á tí.
Fyrireikingarnar til samferðsluhavnina byrjaðu fyri fimm árum síðani. Nú er arbeiðið komið so væl áleiðis, at tað í roynd og veru bert er eftir at laða og hampa um á staðnum.
Arbeiðið er mett at kosta 21 mió. kr. Hóast seinkingar orsakað av veðri, er tað ikki dýrkað.
Túrar á morgni og kvøldi
Tey á Strandferðsluni hava eisini fyrireikað seg til hesa havnina og hvussu ferðaætlanin skal síggja út, tá arbeiðið verður liðugt.
Upplýst verður, at henda ferðaætlanin longu hevur verið til hoyringar hjá avvarðandi pørtum, og er góðtikin har, og er sostatt klár at seta í nýtslu í næsta mánaði.
Sambært ætlanini fær fólkið á Kalsoynni m.a. ein morguntúr, soleiðis at tey kunnu vera í Klaksvík, tá klokkan er farin beint av hálvgum átta.
Á hend hátt kunnu tey hava sítt dagliga arbeiði í Klaksvík, og kunnu eisini sleppa til húsa aftur um kvøldið.
Fyrrapartin og seinnapartin verða túrar gjørdir úr Klaksvík til Syðradals og hagani tvørtur um fjørðin til Leirvíkar. Hesir eru meiri at rokna sum farmatúrar, tí siglt verður eisini av Leirvík til Syðradals á heimleiðini.
Kl. 19 verður so aftur ein túrur gjørdur av Klaksvík, men tá verður bara siglt til Syðradals og aftur. Leygarkvøld verður eisini møguleiki at gera ein túr í Kalsoynna, men so skal boðast frá hesum frammanundan, tí hetta er ein sokallaður tilkalli-túrur.
Sambært teirri komandi ferðaætlanini verður eisini skipað busssamband við nakrar av túrunum í Kalsoynna.
Riggar væl
Hóast samferðsluhavnin ikki alment er tikin í nýtslu enn, so hevur hon kortini longu staðið sína roynd.
Í arbeiðinum hevur verið lagt upp til, at báðir brimgarðarnir skulu tryggja hesa nýggju havnina bæði ímóti brimi av lágætt og av høgætt.
Strandfaraskipið Sam og grótbáturin Siri hava verið fleiri ferðir í havnini, við m.a. tilfari til arbeiðið, sum enn er í gerð. Og Sam hevur somuleiðis tikið sær av flutninginum hjá eitt nú IRF.
Sum skilst hevur hetta riggað avbera væl.
Ætlanin var upprunaliga at arbeiðið skuldi vera liðugt í desember í fjør, men var tað nakað seinkað av brimskaðum og vánaligum veðri. Hóast hetta er arbeiðið ikki dýrkað.
21 mió. kr.
Tað er Landsverk, sum stendur sum byggiharri fyri nýggju havnini á Syðradali.
Á heimasíðuni hjá Landsverki sæst, at verkætlanin hevur fevnt um fleiri ymisk arbeiði: Gerð av tveimum brimgørðum, sum eru ávikavist 100 og 120 metrar langir og gerð av eini 40 metra langari atløgusíðu.
Umframt hetta fevndi arbeiðið um gerð av ferjulegu við tilhoyrandi rampu, dýping og planering av havnaøkinum.
Fyrireikingarnar fóru í gongd í 2000, tá forkanningar vórðu gjørdar. Hesar kanningar fevndu um mátingar av aldu og streymviðurskiftunum, og kanningar av umstøðunum undir flóð og fjøru. Modellroyndir eru haraftrat gjørdar á Danmarks Meteorologiske Institut.
Landsbyggifelagið hevur staðið fyri prosjekteringini, sum byrjaði á sumri 2002, meðan byggifelagið hjá J & K Petersen vann lisitatiónina 10. apríl 2003 og fór síðani til verka.
Kostnaðurin av samferðsluhavnini er 21 mió. kr.