Kalsoyggin
Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsar kommunu, sum eisini fevnir um Syðradal, helt í røðu síni fyri, at hetta er ein stórur dagur fyri alla Kalsoynna.
- Vit hava glett okkum ómetaliga nógv til hendan dagin, og nú stendur samferðsluhavnin liðug, samstundis sum eitt nýtt tíðarskeið er byrjað fyri kalsoyingar. Vit kunnu siga, at vit í dag eru nærri meginøkinum, enn vit áður hava verið.
Hann vísti á, at samstundis, sum hetta er ein hátíðardagur í oynni, er tíðin eisini komin til at siga Barskor farvæl ? rutubátinum, sum hevur verið álitið hjá kalsoyingum í fleiri ártíggjur.
- Vit fara at sakna ta samveru, sum hevur eyðkent túrarnar um Kalsoyarfjørð og teir menn, sum hava siglt við Barskor. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Tøkk skulu tit eiga fyri hesa tíðina!
Magni segði seg vóna, at nýggja ferjusambandið kemur at føra til framburð í oynni, samstundis sum sambandið við bygdirnar norðanfyri, Mikladal og Trøllanes, verður nógv betur.
- Tað er lættari at draga eina línu í felag heldur enn, at tvær verða drignar av færri.
Hann nam eisini við kjakið um kommunusamanlegging, nú tær báðar bygdirnar norðanfyri hava lagt saman við Klaksvíkar kommunu, meðan Húsar kommuna framvegis er sjálvstøðug kommuna.
Betraðir møguleikar
- Nú er møguleiki at koma og fara við bili. Fólk, sum hava tilknýti til oynna, men ikki dagliga eru her, fara ivaleyst at vitja oftari, nú túratalið er fleirfaldað.
Magni takkaði teimum, sum standa aftanfyri hesa verkætlan ? og ikki minst vendi hann sær til teirra, sum hava arbeitt hjá J&K Petersen, arbeiðstakara.
- Tykkum, sum hava havt tykkara dagliga arbeiði her norðuri, vil eg takka fyri dugnaskap. Dagurin hevur mangan verið rokasligur, og ikki altíð hevur tykkara arbeiði verið heilt vandaleyst.
Borgarstjórin segði seg vóna, at asfalt beinanvegin verður lagt á havnalagið, soleiðis at økið verður nossligari og lættari at ferðast eftir.
Hátíðarhaldið
Magni Garðalíð takkaði eisini Klaksvíkar kommunu og Landsverki fyri, at tey vildu standa saman við Kalsoynni um hátíðarhaldið.
- Eftir samkomuna her á nýggja havnalagnum bjóða Húsar kommuna og Klaksvíkar kommuna øllum hjartaliga vælkomnum heim til Húsar til døgurða í bygdarhúsinum.
Borgarstjórin endaði við hesum orðum:
- Seinast av øllum vilja vit bjóða Sam hjartaliga vælkomnum og takka Barskor fyri tíðina og trúskap hesi mongu ár, nú hann skal syngja sín svanasong, segði Magni Garðalíð.