Kalpana Vijayavarathan heldur flaggrøðu í Havn

Flaggdagin mánadagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn.

 

Kalpana Vijayavarathan, sum er úr Madras í India, hevur búð í Føroyum síðani 1991

Flaggrøðuna í ár heldur Kalpana Vijayavarathan, Ph.D og adjunktur á Fróskaparsetrinum, har hon undirvísir í enskum sum fremmandamál.

Kalpana er 59 ára gomul, er upprunaliga ættað úr Madras í India og hevur búð í Føroyum síðani 1991.

Flaggdagshaldið byrjar kl. 15, tá skrúðgonga við hornorkestri og skótum fer frá Finsensgarðinum yvir í Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið, har Havnar Hornorkestur spælir, og flaggrøðan verður hildin.

Flaggdagshald var hildið í Havn í 1941 og 1942, men síðani var steðgur í nøkur ár.

Havnar Hornorkestur byrjaði síni flaggdagshald í 1947 og hevur síðani tá skipað fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn.

- Flaggdagshaldið er serstakt í ár, tí hornorkestrið hevur skipað fyri flaggdagshaldið í 75 ár, sigur Rebekka Hjørleivsdóttir, forkvinna í Havnar Hornorkestri.

- Flaggdagurin er hátíðardagur, tá býrin er flaggskrýddur, og vit vóna at síggja nógv fólk koma saman á Vaglinum, at heiðra og at savnast um Merkið, sigur forkvinnan.

 

Kalpana Vijayavarathan, sum er úr Madras í India, hevur búð í Føroyum síðani 1991