Brandur Hendriksson Olsen og liðfelagarnir í Helsingborg vóru slignir kaldir ígjár, uttan at spæla sjálvir.
Teir í Helsingborg høvdu vónað, at AIK kundi vinna á Kalmar FF á heimavølli, so støðan framvegis kundi verða Helsingborg 23 stig og 24 stig til Falkenberg og Kalmar FF áðrenn seinasta leikumfar, so Helsingborg enn hevði møguleikan at enda triðaftast í deildini.
Men Kalmar FF vildi tað øðrvísi. Tá bert fáir minuttir vóru eftir skoraði Erik Israelsson til 1-0 til Kalmar FF, ið gjørdist endaliga úrslitið á Friends Arena leikvøllinum.
Um Kalmar heldur frástøðuna til Falkenberg skulu teir í Kalmar spæla móti triðovasta liðnum í næstbestu deildini í einum upp- og niðurflytingardysti.
Kalmar FF hevur nú 27 stig undan seinasta leikumfarinum, og Helsingborg kann í besta føri enda á 26 stigum.
Fólk í umsitingini hjá Helsingborg løgdu frá sær ígjár, og í dag boðar høvuðsvenjarin, Olof Mellberg frá, at hann fer úr starvinum sum høvuðsvenjari hjá Helsingborg.
So hetta fyrsta kappingarárið nakrantíð hjá einum føroyingi í bestu svensku fótbóltsdeildini endaði stak illa.
Um Meinhard E. Olsen og hinir í GAIS yvirliva í næstbestu deildini, so kunnu vit ikki um annað síggja fram til eina føroyingauppgerð í Superettan komandi kappingarár.
Tað sum hevur verið serliga dýrt hjá Helsingborg hetta kappingarárið er, at liðið hevur spælt heilar 11 javnleikir, og hevur bert vunnið fýra dystir.
Sunnudagin klokkan 13.30 spælir Helsingborg á útivølli móti IFK Norrkøping í seinasta dystinum hetta kappingarárið.











