Leygardagin skrivaðu vit, at mannfólkaklæðini, sum sýnd vórðu fram á mótasýningini hjá handlunum í Miðbýnum, vóru frá Hon og Hann.
Tað var ikki heilt rætt, tí handilin Kallkyn átti eisini part í tí, sum við var.
Blaðið er gjørt vart við hetta mistak, og vit vilja tí rætta tað við hesi viðmerking og biða Kallkyn halda okkum til góðar, at hendan keðiliga misskiljing er íkomin.









