Líkt er ikki til, at ein semja um ein nýggjan pakka við revsitiltøkum móti Russlandi fæst á fundi millum uttanríkisráðharrarnar í ES í dag.
Tað sigur uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, sambært tíðindastovuni Reuters.
Hon vísir til útsagnir úr Ungarn, sum er sera misnøgt við, at russisk olja ikki streymar til landið umvegis eina rørleiðing, sum gongur gjøgnum Ukraina.
Í gjár segði Ungarn, at tey fóru at forða pakkanum, sum verður tann 20. av sínum slag.
Kallas heldur ikki, at tað sær út til, at landið fer at broyta støðu í dag.
Russisk olja til Ungarn og Slovakia umvegis Druzhba-leiðingina hevur verið stongd síðani 27. januar, tá eitt russiskt dronuálop, sambært Ukraina, rakti útgerð til leiðingina í vestur Ukraina.
Slovakia og Ungarn siga, at Ukraina hevur skyldina av langtíðarveitingartrupulleikunum.
– Inntil Ukraina letur olju streyma til Ungarn og Slovakia aftur umvegis Druzhba-leiðingina, fara vit ikki at loyva avgerðum, sum hava týdning fyri ukrainsku stjórnina, verða tiknar, skrivaði ungarski uttanríkisráðharrin, Péter Szijjártó, á X sunnudagin.
ES-londini fara nú at royna at fáa Ungarn at broyta sína tilgongd. Tað sigur týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, sambært Reuters.
Tann 20. pakkin við revsitiltøkum fer at miða ímóti orkuútflutninginum hjá Russlandi.
Týsdagin segði ES-kommisserurin í búskaparmálum, Valdis Dombrovskis, at sum partur av pakkanum fer ES fram við einum totalum forboði móti maritium tænastum til russiskan oljuútflutning.
ES-nevndin legði fram uppskot sítt um 20. revsipakkan móti Russlandi fyrst í februar.
Í hesum sambandi segði Ursula von der Leyen, at eitt fullkomiligt bann móti sjóvinnuligum tænastum til russiskan oljuútflutning fór at raka Russland hart.
– Russland kemur bert til samráðingarborðið við veruligum ætlanum, um trýst verður á landið. Hetta er einasta málið, sum Russland skilir, segði hon hesum viðvíkjandi.
/Ritzau/











