Tað er ikki stuttligt at vera Ariel Sharon í hesum døgum. Síðani stjórnin seinasta sunnudag samtykti at góðkenna ta seinastu friðarætlanina fyri Miðeystur, hevur stjórnin og serliga forsætisráðharrin verið fyri hvøssum atfinningum frá sínum egnu.
Serliga teir ísraelsku niðursetumenninir, sum hava búsett seg í teimum palestinsku økjunum, eru frá sær sjálvum, tí sambært friðaravtaluni verða økini, sum teir búgva í, partur av tí komandi palestinska ríkinum. Niðursetumenninir skýra stjórnarsamtyktina landasvik og eina tjóðskaparliga gølu.
Fyrrverandi tjóðartinglimurin Elyakim Haetzny, sum er ein av fremstu talsmonnunum hjá niður-setumonnunum, sigur, at tað, sum nú er hent, minnir um Holocaust. Ein kanning vísir, at 56 prosent av ísraelska fólkinum tekur undir við friðarætlanini, men tað ávirkar ikki fyrrverandi tingmannin.
- Jú, sjálvandi. Men jødarnir fóru eisini sjálvbodnir upp í tokini, sum koyrdu teir til týningarlegurnar, tí teir trúðu øllum, sum týskararnir høvdu sagt teimum. Jødarnir eru eitt fólkaslag, sum eru vandamiklir fyri seg sjálvar. Alla sína tíð hava eru teir komnir sær sjálvum í Holocaust, sigur Elyakim Haetzny.
Fleiri niðursetumenn hava gjørt greitt, at teir ætla sær ikki at gerast palestinskir ríkisborgarar, og teir ætla sær heldur ikki at flyta aftur til Ísraels. Teir ætla sær at seta hart ímóti hørðum.
Men tað eru ikki bara niðursetumenninir, sum finnast at avgerðini hjá Sharon og stjórnini. Heili 62 prosent av ísraelska fólkinum eru av teirri uppfratan, at forsætisráðharrin gjørdi eftir harraboðum úr USA.