Kallað barnið tað tú vilt

Gunnar K Nattestad


Høgni Hoydal saman við Tjóðveldisflokkinum, heldur fram við átakinum »Klandur fram um úrslit«. Tað hevur meira at siga, at fáa »góða« (les nógva) umtalu enn gott umdømi.

Brotin lyfti
Høvuðsendamálið hjá undanfarnu samgongu (1998-2003) kann av sonnum sigast at hava uppiborið yvirskriftina "Stór orð, men lítið verk". Vit minnast orð sum fullveldi, fólkaatkvøða, ábyrgd, rættartrygd, samstarv o.s.v., men nær um einki kom av skafti, hóast 6 ár vóru teimum givin at virka í.

Nýggjar tíðir
Nú er so nýtt blóð komið til og lagt er frá landi. Tað fyrsta ið stendur á skránni er at fáa rætta skútuna upp eftir fíggjarliga vannstýring hjá Tjóðveldinum. Tjóðveldið bjóðaði Føroya fólki út at eta, men tá avtornar, stendur gesturin eftir við rokningini.

Fíggjarlógin 2003 skuldi hava eitt yvirskot uppá 240 mió., men úrslitið verður helst 230 mió. verri. Uppskotið hjá undanfarnu samgongu fyri 2004, sum á pappírinum vísti yvirskot tá avgjøld á grønar keks o.l. var við, hevði eftir framskrivingum hjá fíggjarmálaráðnum, víst undirskot á uml. 270 mió. Hugsa vit um undirmetingar av útreiðslum, sum Karsten Hansen var meistari í, so er ivasamt um hettar forslær. Fyri 2003 var talan um eykajáttanir fyri yvir 200 mió.

Tá man ikki longur kann reypa av førdum fíggjarpolitikki - so er bara at skifta evni.

Tíðindaskrivið
Bárður Nielsen hevur fylgt einari mannagongd hjá undanfarna fíggjarmálaráðharra, og tað er at fara út í býin at leita sær ráðgeving. Hetta fellur Høgna Hoydal fyri bróstið og tí blæsir hann enn eina balón upp. Hon veksur í hvørjum - til hon einaferð brestur og so er einki at fara eftir allíkavæl.
Í Høgna?sa tíð var man "smartari". Tá bleiv fjølmiðlafólkid (vid røttum liti) heldur sett í fast starv. Jú ymsir eru mátarnir!

Eingin verri enn ákærin
Ákærurnar um politiskar útmeldingar fyri almenna rokning, hava havt góðar dagar seinastu 6 árini. Onki annað Landstýri hevur nakrantíð brúkt so nógva orku og pengar sum Høgna?sa menn, til tað sum sanniliga kann kallast "politiska upplýsing". Dømi um bóklingar, heimasíður, tíðindafundir og ferðir v.m. eru nógv. Her eru mangan politiskir boðskapir við hálvum og heilum sannleikum og lygnum lagdir á blik.

Á heimasíðuni "fulveldi.fo" eru m.a. hesi brot tykin:

Brot 1
"Sum eitt danskt heimastýri eru vit ikki javnsett við onnur fólk, og hava ikki atgongd til beinleiðis samstarv við heimsins lond og felagsskapir."

Vidmerking:
Tað er beinleiðis lygn at vit onki beinleiðis samstarv hava við onnur lond og felagskapir. Í øðrum umfari eru vit beinleiðis umboðaði á Fókatingi og kunna sostætt beinleiðis ávirka tær avgerðir ið har vera tiknar. (Hetta staðfesta Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin við at stilla upp til Løgtings- og Fólkatingsval)

Brot 2
"Men farnu nógvu árini hava viðurskiftini millum londini verið merkt av stríði um vald, ábyrgd og pengar, og tað hevur altíð verið orsakað av teirri politisku støðuni har Danmark er omaná og Føroyar eru undir."

Vidmerking:
Heimastýrisskipanin er ikki fullkomin, men tað eru tey sum umsita hana so sanniliga heldur ikki. Tað er rættari at siga at persónarnir (Høgni, Nyrup v.m.) altíð hava verið grundin til stríðini sum hava verið.
Danmark er sum ríki (Føroyar, Grønland og Danmark) í nøkrum førum omanfyri Føroyskar myndugleikar - MEN, BERT SO LEINGI SUM VIT SJÁLVI YNSKJA AT VERA PARTUR AV HESI SKIPAN = AVGERÐIN LIGGUR Í FØROYUM!!!!!!!!!
Tað er tað sum "sjálvsavgerðarrættur" merkir.

Brot 3
"Uttan eina greiða fatan av hvat tað er, vit vilja, er skjótt at vit enda við onkrum, sum vit als ikki taka undir við ella vilja kennast við. Tað var tað sum hendi í 1946, tá Føroyar fingu sína verandi heimastýrisskipan."

Vidmerking:
Aftur ein beinleiðis lygn. Heimastýrisskipanin hevði ein meiriluta av føroyingum aftanfyri seg tá hon kom og hevur tað eftir øllum at døma enn. Tað var helst grundin til at undanfarna samgonga fór frá fullveldistøkuni, yvir til framhaldandi at arbeiða við sjálvbjargni og yvirtøkum eftir heimastýrisleisti.

Okkara avbjóðing
Trupuleikin hjá føroyingum er, at øll vilja ikki akkurát tað sama. Tí er neyðugt at vit koma til eina semju. Hetta vildi Høgni Hoydal ikki vera við til, uttan so at øll meintu sum hann.
Nýggja samgongan hevur gjørt eina breiða semju um ríkirættarliga politikkin (67% av veljarunum aftanfyri). Breiða semjan minnir nógv um mannagongdina sum undanfarna samgonga endaði við at praktisera, so veruliga undirtøkan liggur ivaleyst nógv hægri.

Okkara verk
Fyri at vinna Føroyum veruligt sjálvbjargni er ikki neyðugt at brúka stór orð, men heldur at fara til verka. Vit mugu, sum samgongan hevur sett sær fyri, menna okkara samfelag til at greiða okkara egna húsarhald.
Hetta gerst ikki einans við at skera av blokkinum, (søguliga sæð tryggastu inntøku okkara) men heldur við at vit skaffa okkum aðrar og fleiri inntøkur, so at tað í longdini ikki verður neyðugt at fáa blokkin.

GÓÐA EYDNU!