Kall verður Vodafone

Um eina lítla løtu verður kunngjørt, at telefelagið Kall fer í søguna, og at atljóða telefelagið Vodafone kemur á føroyska marknaðin í staðin

Kall hevur boðað kundum sínum frá í brævi í morgun, at Kall og Eitt í dag skifta navn til Vodafone. Kall sigur eisini, at felagið er millum fyrstu fyritøkur í heiminum, sum gera eina vørumerkjaavtalu við Vodafone.

- Vit ynskja tær vælkomnum í heimsins størsta telesamfelag. Fyri teg sum kunda hjá Vodafone merkir hetta, at tygum fáa betri tænastu, betri samband og lagaligari prísir. Nú, vit eru Vodafone, fáa kundar okkara fleiri nýggjar tænastur. Ein teirra er EuroTraiff, sum ger tað munandi bíligar at ringja millum lond í Evropa. Ein onnur er BlackBerry. Samstundis er okkara dekningur í útlondum vorðin nógv betri, og vit hava nú avtalu við fleiri enn 226 veitarar í yvir 150 londum, sigur Kall í brævinum.