Kall bjóðar frælsi í dós

Kall er nú komið á GSM-marknaðin í Føroyum, og harvið er tíðin hjá Føroya Tele sum einaveitara farin. Og nýggi veitarin byrjar við at selja frælsi í dós

GSM

Alt er ikki longur, sum tað plagar at vera. Hetta kann sigast um føroyska fjarskiftismarknaðin. Hósdagin fekk GSM-marknaðurin eitt nýtt økið á kortinum, sum skjótt kann veksa til ein lítlan heimspart á okkara føroyska marknaði.
Og teir komu brestandi frá byrjan. Við slagorðinum ?Frælsi í dós? og einum sangi gjørdum til endamálið, boðaði Kall frá teirra nýggju støðu.
Fjarskiftisveitarar plaga ikki at vera ?funky? og enn minni ? í Føroyum ? í dós, men nú eru nýggjar tíðir.
Kall endar við hesum stiginum tíðina hjá Føroya Tele sum einaráðandi á marknaðinum. Kall og Føroya Tele eru kortini ikki meira sundurbýtt enn at avtala er gjørd millum fyritøkurnar, at Kall skal kunna nýta netið hjá Føroya Tele, har egna netið hjá Kalli ikki røkkur. Hetta verður rópt fyri innanlanda reiking. Hetta er í roynd og veru tað sama, sum tá ein leitar sær í onnur lond og nýtir sína føroysku fartelefon á netinum hjá einum øðrum útlendskum veitara.
Í løtuni virkar netið hjá Kalli bert í Tórshavn, men innan langa tíð røkkur Kall eisini til Skálafjørðin og í Klaksvík.
Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, sigur, at íløgan í GSM hevur verið hampuliga stór fyri Kall, men hann vil ikki, hvussu stór hon er.
Stjórin meinar so avgjørt, at teir eru førir fyri at kappast móti fyrrverandi monopolveitaranum, Føroya Tele.
?Vit trúgva, at vit hava nøkur góð produktir og nakrar góðar tænastur, og tað ger, at vit eiga at standa okkum í kappingini, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Hann leggur afturat, at Kall í løtuni kann bjóða væl lægri prísir enn kappingarneytin.
?Við miðja eftir einum marknaðarparti, sum í øllum førum skal liggja yvir 30% - og kanska størri, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Eftir hansara tykki er pláss fyri einum veitara afturat á GSM-marknaðinum í Føroyum.
?Vit rokna við, at vit koma at taka ein part av marknaðinum hjá Føroya Tele. Men tað eru eisini nógv fleiri kundar at fáa hendur á, sum enn ikki nýta fartelefon, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Hetta talið av nýggjum kundum kann sambært stjóranum vera fleiri túsund.

Dósin
Fartelefon skútan hjá Kalli leggur frá landi við dósum sum provianti. Konseptið lagt verður út við kallast ?Frælsi í dós?. Frælsi kann tulkast í fleiri týdningum, men skuldi ikki havt nakað við frælsisstríðið í Føroyum at gera.
Konseptið er rættiliga einfalt: Alt tær tørvar til at fáa fartelefonina at virka hjá Kalli í einari dós. Í dósini, sum í november og desember verður seld fyri serprís, er eitt sim-kort, eitt telefonnummar og ymiskt annað, sum gera teg til kunda hjá Kalli. Talan er um talutíðarhald, sum eisini verður rópt prepaid. Tað er sum við telefonkortunum, at goldið verður fyri nýtsluna áðrenn.
Dósirnar eru sjálvandi í appelsingula litinum og við í dósinum eru eisini tvær fløgur við serligum Kall sangum, sum er gjørdir til endamálið.
Prísirnir eru eisini til 1. februar 2003 rættiliga bíligir ? 1,75 kr. fyri at ringja til fastnet ella fartelefon innanlanda. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst, hvørjir prísirnir verða eftir hin 1. februar 2003.
Fyrst í komandi ári kemur Kall á eisini á marknaðin við ?vanligum? haldum, har fólk fáa eina rokning sendandi einaferð um mánaðin. Við haldum fáast eisini aðrir møguleikar. Eitt nú ber til at ringja í útlondum, har Kall hevur gjørt reikingar avtalur.
Samstundis fer Kall undir at senda øllum sínum fastnetkundum eitt talutíðarhald við teirra telefonnummari.
Hjá Kalli byrja øll GSM-nummør við 5. Fastnetkundarnir fáa sítt fyrsta tal í telefonnummarinum skift út við eitt fimm-tal.

Riggar fínt
Tað vóru Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samskiftismálum, og Ib Byder, stjóri fyri LM Ericsson í Danmark, sum tosaðu fyrstu almennu samrøðuna á GSM-kervinum hjá Kalli.
Og tað riggaði, sum tað skuldi.
Báðir nýttu teir eisini høvið til at nevna, at talan var um framstig fyri føroyskt telemarknaðin.
Tað er LM Ericsson Danmark, sum hevur selt sjálvt GSM-kervi til Kall.
Ib Byder nevndi eisini, at teir eiga 40% av heimsmarknaðinum, men teir mettu framvegis Føroyar, sum ein týðandi marknað, ið teir vóru ernir yvir at eiga allan partin av.
Nevndarformaðurin í Kalli, Óli Hansen, sum umboðar Framtaksgrunnin, nevndi á móttøkuni í sambandi við sjósetingina av GSM hjá Kalli, at hetta virksemið hevur stóran týdning fyri fyritøkuna. Hann var serliga fegin um, at hetta bar til við bert tólv starvsfólkum.
Sostatt er klárt at kappast.