Kalendarin stór hjálp

Sølan av kalendarum hjá Javna er ein stór fíggjarlig hjálp hjá felagsskapinum, sigur Lis Eklund, forkvinna í Javna Javni hevur í fleiri ár selt kalendarar fyri at hjálpa um fíggjarligu støðuna hjá felagsskapinum. Og hetta hevur verið ein sera gott ískoyti sum hevur merkt nógv fyri Javna.

Heta merkir, at vit kunnu hava fleiri starvsfólk, men eisini, at vit kunnu skipa fyri fleiri skeiðum og fundum, sigur forkvinnan í Javna, Lis Eklund.

Hon sigur, at tað gongur væl at selja kalendaran.

Í so at siga hvørjum húsi vit koma, keypa tey ein kalendara frá okkum, sigur hon.

Men sjálvandi eru fólk ikki altíð inni, og soleiðis var eisini hendan leygardagin, fólk frá Javna vóru runt og seldu kalendaran fyri jól. Fleiri eru, sum fegin vilja keypa ein slíkan kalendara, og til tey er at siga, at tað ber saktans til, tí tey hava nóg mikið´av kalendarum eftir.

Fólk kunnu bara støkka inn á gólvið á skrivstovuni ella tey kunnu ringja, so skulu tey nokk fáa ein Javnakalendara, sigur Lis Eklund, forkvinna í Javna.

Telefonnummarið hjá Javna er 314827