Nú hava sløkkiliðsfólk fingið kontainaran á Kaldbaksvegnum til høldar og koyrandi er nú aftur.
Kontainarin fór fúkandi og stóð eina løtu óstúttur, fyri síðani at kloyva í tvey og detta niður á høvuðsvegin.
Byggitilfar var í kontainaranum, og tí var eyka torført at fáa ruddað vegin.
In.fo fylgir gongdini í kvøld.