Kaldbaksvegurin ikki stongdur kortini

Kaldbaksvegurin verður ikki stongdur, soleiðis sum Landsverk annars hevur boðað frá. Bjarni Djurholm hevur tosað við Landsverk, og saman við teimum fer hann at finna eina loysn

Henda loysnin inniber, at ferðslan kortini ikki verður leidd til og frá Havn eftir Oyggjarvegnum, sum annars hevði verið einasta alternativið, um Kaldbaksvegurin stongdist.
Við Útvarpið í morgun segði Bjarni Djurholm, at hann hevur tosað við Landsverk og saman fóru teir at finna ein loysn upp á nevnda trupulleika. Helst verður hetta við at leggja eina vegøksl rundan um, at arbeitt verður. Bjarni Djurholm segði, at túsundtals bilar koyra til og frá Havn dagliga, og at hesir ikki allir vóru skøddir til at ferðast eftir Oyggjavegnum.
Bjarni Djurholm visti ikki sjálvur av, at Landsverk ætlaði at steingja Kaldbaksvegin frá í dag at rokna og fram til fríggjadagin. Men síðani hann fekk boðini hevur hann tosað við Landsverk og avtalað, at ferðslan eisini komandi dagarnar til og frá Havn, verður eftir Kaldbaksvegnum.